DR sigur útivið 200 fólkum úr starvi

DR sigur útivið 200 fólkum úr starvi
Mikumorgunin fáa útivið 200 starvsfólk í danska kringvarpinum boð um, at tey verða søgd úr starvi. DR skal komandi fýra árini spara 644 milliónir
170-200 starvsfólk í DR fáa mikumorgunin boð um, at tey verða søgd úr starvi. Stovnurin skal spara 161 milliónir um árið komandi fýra árini

16.09.2014 - 20:30

Tá starvsfólkini í DR møta til arbeiðis mikumorgunin, fáa 170-200 av teimum boð um, at tey verða søgd úr starvi sínum í DR, tí stovnurin skal spara, skrivar journalisten.dk

Komandi fýra árini skal DR spara 161 milliónir krónur um árið. Stýrið fyri DR samtykti fyri tveimum vikum síðan eina spariætlan, har neyðugt eisini verður at spara í lønum.

- Hýrurin er í botni. Øll eru ótrygg, tí tey ikki vita, hvat fer at henda, og fólk mala um seg sjálvi, sigur Anne Serlev, forkvinna fyri bólkin av tíðindafólkum í DR, sambært journalisten.dk

Í 2010 vórðu 67 fólk í DR søgd úr starvi. Harumframt gjørdi stovnurin fráfaringaravtalur við 37 starvsfólk. Í dag eru umleið 2.700 fólk í føstum starvi í DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985