Flogskiparar hjá Lufthansa sleppa verkfalsætlanum

Flogskiparar hjá Lufthansa sleppa verkfalsætlanum
Verkfallið, sum ætlandi skuldi verða í floghavnini í Frankfurt, er avlýst. Flogskipararnir og leiðslan eru farin aftur til samráðingarborðið
Flogskiparar og leiðsla í Lufthansa eru farin aftur til samráðingarborðið. Ætlaða verkfallið í dag er tí fyribils avlýst
Mynd: AP  
 
16.09.2014 - 08:58

Ferðafólk hjá Lufthansa sleppa í dag undan at uppliva tað fjórða verkfallið eftir trimum vikum hjá týska flogfelagnum, Lufthansa, sum ætlanin annars var, skrivar epn.dk.

Fakfelagið hjá flogskiparunum avlýsti seint mánakvøldið verkfallið, ið ætlandi skuldi byrja í morgun klokkan níggju. Verkfallið skuldi verða í átta tímar.

- Lufthansa er komið við einum uppskoti, sum vit gott kunnu tosa um, sigur Jörg Handwerg, talsmaður hjá flogskiparunum, sambært tíðindastovuni DPA.

Ósemja um eftirlønina

Partarnir eru ósamdir um eftirlønina hjá flogskiparunum. Lufthansa vil, at flogskipararnir skulu fara frá við eftirløn, tá teir eru 61 ára gamlir.

Hesum eru flogskipararnir ikki samdir í. Teir kundu hugsað sær at sloppið frá við eftirløn tvey ár fyrr, tá teir eru 59 ára gamlir, og ikki 61 ára gamlir.

Í seinastu viku vórðu 200 fráferðir úr Frankfurt avlýstar av verkfalli í týska flogfelagnum, Lufthansa. Tá rakti verkfallið umleið 25.000 ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985