Aling dálkar fjørðin men óvissa er um hummara

Aling dálkar fjørðin men óvissa er um hummara
Umhvørvisstovan mælir til at kanna gjøllla, hvussu aling ávirkar umhvørvið
Umhvørvisstovan dugur ikki at siga, um nýggja aliøkið á Árnafirði er væl egnað.
 
19.09.2014 - 13:22

Tað er greitt, at undir aliringum kann vera illa dálkað, og dálkingin kann hava stóra ávirkan á botndjór. 

Hin vegin veit Umhvørvisstovan ikki, hvussu aling ávirkar hummara í einum fjørði. 

Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi til aliumsitingina á Heilsufrøðilgu Starvsstovuni, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði, nú P/f Bakkafrost Farming hevur søkt um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði. 

Umhvørvisstovan metir tað vera skilagott at flyta alingina longri út á fjørðin, har sjógvútskiftið er størri. 

Orsøkin er, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. 

Mælir til at strika

Umhvørvisstovan hevur samstundis mælt til, at aliøkið innari á fjørðinum verður strikað, um alingin verður flutt longri út. 

Umhvørvisstovan hevur áður víst á tað óhepna í, at allir firðir og sund verða lagdir út til aling. 

Umhvørvisstovan hevur mælt til, at umfatandi metingar verða gjørdar av møguligari ávirkan frá alingini á umhvørvi og vistskipanir.

Umhvørvisstovan sigur seg ikki vita, hvussu dálkingarstøðan á nýggju staðsetingini á Árnafirði er. Tí er ilt at meta um, hvørt økið er væl egnað til aling, stendur í hoyringarskrivinum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563