Grótharðar samráðingar um makrel ikki fyri børn

Grótharðar samráðingar um makrel ikki fyri børn
Grønland krevur meira enn 100.000 tons næsta ár, sigur aðalstjórin í fiskimálaráðnum
Grønland krevur framvegis meira makrel
 
22.09.2014 - 07:54

Grønland ætlar sær meira en 100.000 tons av makreli næsta ár.

Samráðingarnar um makrel vera grótharðar, tær vera ikki fyri børn, sum aðalstjórin í grønlendska fiskimálaráðnum, Jørgen Isak Olsen, tekur til í samrøðu við danska blaðið Politiken.

Sagt verður tó ikki, hvønn Grønland skal samráðast við um markrel. 

Ikki viðurkent

Hini strandarlondini viðurkenna ikki Grønland sum strandarland. Grønland er tí ikki við, tá strandarlondini býta - ella royna at býta makrelin millum sín.

Í ár gav Grønland sær sjálvum 100.000 tons av makreli. Knappliga 80.000 tons eru fiskað.

Jørgen Isak Olsen sigur, at makrelurin skal bjarga grønlendska búskapinum.

Hann sigur, at 13 prosent av makrelstovninum eru í grønlendskum sjógvi.      
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162