Lupu á Islamiskan Stat í nátt

Lupu á Islamiskan Stat í nátt
USA og tess sameindu lupu í nátt á víðgongda yvirgangsfelagsskapin Islamskan Stat í Sýria, upplýsir amerikanska verjumálaráðið
Amerikanski herurin og lond, sum USA samstarvar við, lupu í nátt á Islamiskan Stat í Sýria (savnsmynd)
Mynd: AP  
 
23.09.2014 - 08:14

<p>- Eg kann vátta, at amerikanski herurin og lond, sum USA samstarvar við, í løtuni skipa fyri einum hernaðarligum átaki á IS í Sýria, segði John Kirby, talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið, í einum kunningarskrivi í nátt, sambært Reuters.</p>

<p>Sambært Wall Street Journal eru arabisk lond eisini við í álopinum, har millum annað Tomahawk-rakettir vórðu nýttar í álopinum, sigur Pentagon.</p>

<p>IS hevur seinastu mánaðirnar tikið valdið í stórum pørtum av Irak og Sýria. Ein altjóða samgonga, sum USA stendur á odda fyri, roynir nú at berja yvirgangsfelagsskapin niður.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044