Rópa varskó um ebola

Rópa varskó um ebola
Eydnast tað ikki at berja smittuna niður, kunnu 1,4 mió. fólk í Liberia og Sierra Leone verða smittað við deyðiligu ebola-sjúkuni í januar næsta ár
1,4 milliónir fólk í Liberia og Sierra Leone kunnu verða smittað við ebola-sjúkuni fyrst í 2015, eydnast tað ikki at berja smittuna niður
Mynd: AP

24.09.2014 - 09:04

Tað heldur amerikanski stovnurin fyri sjúkueftirlit og fyribyrging, CDC. Í greiningini sigur CDC, at millum 550.000 og 1,4 milliónir fólk kunnu verða smittað í teimum báðum londunum 20. januar.

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, hevur ebola-sjúkan kravt 2811 mannalív í Sierra Leone, Guinea, Liberia og Nigeria. 5.864 fólk eru smittað.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/09/03/laeknar-uttan-landamork-heimurin-tapir-...æknar uttan landamørk: Heimurin tapir ímóti ebola

Serfrøðingar seta spurnartekin við greiningina hjá CDC, tí tølini, ið brúkt eru til greiningina, eru tríggjar vikur gomul. Síðani tá eru munandi stig tikin fyri at berja niður sjúkuna í Vesturafrika.

Myndugleikarnir í nøkrum afrikanskum londum settu herfyri útgonguforboð í gildi, í eini roynd at steðga spjaðingini av ebola-sjúkuni í teimum londunum, ið eru harðast rakt av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770