Eru orðblindir og hava brúk fyri sálarligari hjálp

Eru orðblindir og hava brúk fyri sálarligari hjálp
Rektarin í Hoydølum sigur seg vera skelkaðan, tí studentaskúlin má senda nógvar næmingar til sálarfrøðing, og ein annar trupulleiki er orðblindni
Støðan er skelkandi, sigur Herleif Hammer, rektari
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2014 - 16:22

Nógvir næmingar hava brúk fyri sálarligari hjálp, og hvørt ár má Studentaskúlin í Hoydølum senda tíggjutals næmingar til sálarfrøðing. Tað skrivar heimasíðan IN.FO frá fundi hjá MBF, Meginfelag teirra brekaðu, har Herleif Hammer, rektari greiddi frá støðuni.

Og lestrarvegleiðarin á Studentaskúlanum á Kambsdali skoytti uppí, at tað er heilt átrokandi neyðugt at fáa sálarfrøðingar knýttar at skúlanum.

Tørvurin er vaksin í stórum, tí tey ungu í dag hava havt ein nógv meira turbulentan uppvøkstur, enn tey ungu høvdu fyri nøkrum árum síðani.

Herleif Hammer sigur, at lesivegleiðararnir á í Hoydølum vísa millum 40 og 60 næmingum til sálarfrøðing hvørt ár, tí teir eru í eini slíkari støðu, at vegleiðararnir himprast við at senda teir út í lívið uttan at hava víst teimum til sálarfrøðing.

Nógvir næmingar eru orðblindir

Ein annar trupulleiki er, at nógvir næmingar ikki duga nóg væl at lesa.

Skúlin hevur fingið játtan til ein serlærara, hann hevur kannað allar 300 næmingarnar í fyrstuflokkunum, og staðfest er, at 12 prosent av næmingunum eru orðblindir á ymiskum stigum. Harafturat hava nógvir næmingar lesi- og skrivitrupulleikar, og næstan eingir av næmingunum hava áður;fingið nakra hjálp, sigur Herleif Hammer.

- Næmingar kunnu allir hjálpast, og oftani skal ikki so øgiliga nógv til fyri at bøta um lesiførleikan, men vit tosa um yvir 80 næmingar, sum hava brúk fyri hjálp fyri orðblindni, og tað er avmarkað, hvussu nógv ein einsamallur lærari á Studentaskúlanum kann gera, sigur Herleif Hammer.

Herleif Hammer sigur seg ikki ivast í, at støðan er tann sama á hinum miðnámsskúlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839