Drúgt stríð við Islamska Statin

Drúgt stríð við Islamska Statin
Fleiri hundrað sivilfólk eru inni í Kobane, og eygleiðarar óttast fyri, at IS myrðir hesi fólkini, um felagsskapurin fær valdið á býnum
Drúgt stríð við IS
Mynd: savnsmynd  
 
12.10.2014 - 13:36

~Amerikanski verjumálaráðharrin, Chuck Hagel, ávarar um, at stríðið móti yvirgangsfelagsskapinum, IS - Islamskur Statur - fer at gerast drúgt.

Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið í Santiago í Chile segði Hagel, at iraksku trygdardeildirnar hava fult tamarhald á Bagdad, men at hersetingin av sýriska býnum Kobane verður ein sera torførur trupulleiki.

Bardagarnir um Kobane hava verið harðir síðan miðskeiðis í september. IS hevur hersett partar av býnum, men hevur ikki fingið tamarhald á Kobane enn. Síðan bardagarnir byrjaðu eru í minsta lagi 500 fólk deyð og yvir 200.000 fólk eru flýdd yvir um markið til Turkalands.

Fleiri hundrað sivilfólk eru eftir inni í Kobane, og eygleiðarar óttast fyri, at IS myrðir hesi fólkini, um felagsskapurin fær valdið á býnum.

Tey sameindu við USA á odda hava gjørt fleiri loftálop á IS í Kobane, men hetta hevur ikki verið nóg mikið at steðga felagsskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006