Einki ebola í Senegal

Einki ebola í Senegal
Í vesturafrikanska landinum, Senegal, er eingin ebolasmitta longur. WHO hevur avblást alarmin.
Senegal stongdi markið til grannalandið, Guinea, eftir at ein maður við ebola var komin haðan til Senegal.
Mynd: Reuters  
 
18.10.2014 - 10:27

Heimsheilsustovnurin, WHO, tók í gjár Senegal av listanum við londum, ið hava sjúkuna, ebola. Tað boðaði stovnurin frá, eftir at eingin tilburður var staðfestur í 42 dagar.

Eftir øllum at døma hevur Senegal bara havt ein ebolasjúkling; ein mann úr grannalandinum, Guinea. Maðurin hevði samband við 74 fólk í Senegal, men eingin teirra fekk sjúkuna.

Í ovurmorgin fer heimsheilsustovnurin væntandi at lýsa Nigeria smittuleyst. Í Nigeria, har stívliga 174 milliónir fólk búgva, eru átta fólk deyð av ebola í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044