Vanligt bankavirksemi slítast frá íløguvirkseminum

Vanligt bankavirksemi slítast frá íløguvirkseminum
Nýggjar ES-reglur kunnu fáa avleiðingar fyri stóru bankarnar. Inntrivini tryggja, at vánaligar íløgur ikki hava avleiðingar fyri samfelagsbúskapin
Nýggjar ES-reglu skulu tryggja, at vánaligar íløgur ikki hava avleiðingar fyri samfelagsbúskapin
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2014 - 13:20

Nýggjar ES-reglur eru á veg, sum fáa avleiðingar fyri teir stóru bankarnar. Inntrivini fara at hava við sær, at vanligt bankavirksemi skal slítast frá íløguvirkseminum í bankunum fyri at tryggja, at vánaligar íløgur ikki hava avleiðingar fyri samfelagsbúskapin.
Mett verður, at stóru bankarnir í Danmark, sum fara at verða raktir av nýggju reglunum, eru Danske Bank, Nordea og Jyske Bank.
Felagið hjá peningastovnunum í Danmark, Fíggjarráðið, ávarar á business.dk um, at uppskotið fer at kosta nógv fyri bankarnar. Ein meting hjá ráðnum sigur, at uppbýtið av bankavirkseminum fer at kosta 11 milliardir krónur árliga fyri hesar tríggjar stóru bankarnar í Danmark. 
Jesper Rangvid, professari á Copenhagen Business School, er ivingarsamur um ætlanirnar og heldur, at uppskotið fer at hava ov nógv negativ árin við sær.
- Eg meti, at vansarnir í hesum føri eru størri enn fyrimunirnir, sigur hann við finans.dk.
Sven Giegold frá ES-tinginum sigur, at nýggju reglurnar eru góð tíðindi fyri skattgjaldaran, sum ikki longur skal verða noyddur at rinda fyri váðafullan atburð hjá bankunum.
ES-nevndin skal verða liðug við uppskotið komandi ár, og síðani skal semja finnast um tað í Europatinginum og Ráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040