Óvist hví skúlanæmingur skeyt floksfelagar

Óvist hví skúlanæmingur skeyt floksfelagar
Myndugleikarnir í USA royna nú at fáa greiðu á, hví ein skúlanæmingur drap ein floksfelaga og løstaði fýra aðrar fríggjadagin
Myndugleikarnir í USA royna nú at fáa greiðu á, hví 14 ára gamli skúlanæmingurin, Jaylen Fryberg, drap ein skúlanæming og løstaði fýra aðrar fríggjadagin
Mynd: AP  
 
26.10.2014 - 11:50

Skúlanæmingurin, ið var væl umtóktur, skeyt og drap ein floksfelaga og løstaði fýra aðrar áðrenn hann gjørdi enda á sær sjálvum í mathøllini í Marysville-Pilchuck High School í vestara statinum Washington fríggjadagin.

Løgreglan hevur funnið skotvápnið, og eini 100 vitni skulu avhoyrast. Familjulimir siga við Reuters, at gerningsmaðurin er 14 ára gamli Jaylen Fryberg, og at tvey av teimum løstaðu eru hansara systkinabørn, skriva tíðindastovurnar, Ritzau og Reuters.

Floksfelagar og foreldur hava tosað um fleiri orsøkir. Eitt nú verður nevnt, at ein genta, honum dámdi, heldur hevði størra tokka til systkinabarnið. Eisini var ein samanbrestur á einum fótbóltsvølli, tá skal gerningsmaðurin hava brotið nøsina á einum øðrum næmingi.

Eitt triðja systkinabarn. Brandon Hatch, hevur lýst tey trý sum bestu vinfólk, ið búði nærhendis hvørjum øðrum. Facebook-vangamyndin ber boð um, at Fryberg var hugtikin av vápnum. Seinastu mánaðirnar hevur hann givið ilt frá sær á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006