- Rusland avbjóðing fyri trygdina í Evropa

- Rusland avbjóðing fyri trygdina í Evropa
Landið eigur tí at gevast við virksemi sínum í Eysturukraina og taka herfólk sítt av Krim-hálvoynni, heldur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari
Rusland eigur at gevast við virksemi sínum í Eysturukraina, tí tað er ein avbjóðing fyri trygdina í Evropa, heldur Jens Stoltenberg, nýggjur aðalskrivari í NATO
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
28.10.2014 - 15:27

Tað vórðu boðini frá nýggja NATO-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, tá hann í dag helt sína fyrstu røðu sum aðalskrivari, eftir at hann tók við starvinum 1. oktober.

Tað, sum Rusland hevst at í Ukraina, er brot á fólkarættin, skapar ónéyðugan spenning og ger, at trygdin í Evropa er í vanda, segði Jens Stoltenberg.

Stoltenberg: Neyðugt við samskifti

Jens Stoltenberg legði dent á, eins og fráfarni aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, at NATO fer at halda fram við at stuðla gomlu russisku hjálondini, sum nú kenna seg hótt av Ruslandi.

- Bæði Ukraina og hini londini hava rætt til at velja ta framtíð, tey ynskja, segði aðalskrivarin, Jens Stoltenberg. Hann segði, at ein trygg verja sum oftast hevur við sær eitt gott samskifti við Rusland.

Tað er neyðugt at samskifta, fyri at sleppa undan beinleiðis samanbrestum, gjørdi Jens Stoltenberg greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647