Andstøðan í Burkina Faso ger um seg

Andstøðan í Burkina Faso ger um seg
Andstøðan ætlar at savna fólk í túsundatali at mótmæla hernaðarkvetti í landinum
Fyribilsleiðarin í Burkina Faso, Isaac Zida
Mynd: BBC  
 
02.11.2014 - 10:03

Andstøðan í Burkina Faso mótmælir nú, at herðurin í landinum, hevur tikið valdið, eftir at landsins forseti, Blaise Compaore, hevur lagt frá sær. Hetta skrivar BBC í morgun.

Andstøðan sigur, at tað er fólkið, sum skal skipa nýggja stjørn og ikki hernaðarleiðslan, sum skal skal hava valdið. Tí ætlar andstøðan at fáa fólk í túsundatali at mótmæla seinnapartin í dag. 

Boðini frá andstøðuni koma bert fáar tímar eftir at tað var greitt, at næstovastin í herinum, Isaac Zida, er valdur fyribils leiðari i Burkina Faso.
Fráfarni forsetin Blaise Compaore er flýddur til grannalandið Fílabeinsstrondina.

Tíðindamaðurin hjá BBC, Thomas Fessy, sum fylgir gongdini í Burkina Faso frá Senegal, sigur, at íbúgvarnir í Burkina Faso eru bangin fyri, at herurin nú fer at taka alt valdi í landinum, tí andstøðan hevur staðið sera veik øll árini forsetin Blaise Compaor hevur sitið við valdið. Thomas Fessy heldur, at mótmælisgongan í dag fer at vísa um andstøðan er blivin nakað sterkari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290