SAS og Norwegian nýta plantuolju sum brennievni

SAS og Norwegian nýta plantuolju sum brennievni
Plantuolja er dýrari enn vanligt brennievni til flogfør, og tí verður neyðugt við politiskum átøkum
 
12.11.2014 - 14:40

Í gjár royndu flogfør hjá SAS og Norwegian á fyrsta sinni plantuolju sum brennievni, tá tey flugu innanlands í Noregi.

Royndin eydnaðist væl, og bæði flogfeløgini siga seg verða sinnað at nýta so nógv av plantuolju sum brennievni, sum tey kunnu í framtíðini.

Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí plantuoljan til flogfør er væl dýrari enn vanliga oljan, og tí skulu stór tøk takast, áðrenn tað verður gerandiskostur, at flogfør av álvara fara at nýta plantuolju sum brennievni.

Hava tøknina

Tøknin er fingin til vega, og flogførini kunnu nýta plantuolju sum brennievni, men neyðugt er at tann parturin verður munandi bíligari enn í dag, um verulig gongd skal koma á royndirnar.

Skal plantuolja nýtast sum brennievni í flogførum, er neyðugt at politisk stig verða tikin til at fáa flogførini at nýta plantuolju.

Í gjár fleyg flogfarið hjá SAS við gamlari amerikanskari matolju, sum var 48 prosent av brennievninum. Flogfarið fleyg úr Tróndheimi til Oslo.

Samstundis fleyg eitt flogfar hjá Norwegian úr Oslo til Bergen við sama brennievni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375