Føroyingar skulu fáa minni kvotu í ES-sjógvi

Føroyingar skulu fáa minni kvotu í ES-sjógvi
Uppsjóvarvinnan í ES heldur, at farast skal aftur til gomlu kvoturnar, tá føroyingar fingu millum 4.500 og 9.000 tons um árið
 
04.12.2014 - 07:52

Uppsjóvarvinnan í ES vil hava ES-nevndina og limalondini at geva Føroyum nógv minni atgongd til makrel í ES-sjógvi næsta ár.

Vinnan ger vart við seg nú, tí mánadagin fara ES og Føroyar at samráðast um sinámillum fiskirættindi í 2015.

Sambært FishUpdate heldur felagsskapurin hjá uppsjóvarvirkjum í ES, at Føroyar fáa alt ov nógv burtur úr sáttmálanum.

Gerard van Balsfoort, formaður í felagsskapinum EAPO hjá uppsjóvarvirkjunum í ES, spyr, hví føroyingar skulu fiska ein triðing av sínari makrelkvotu í ES-sjógvi, tá Føroyar hava fingið nógv størri makrelkvotu, júst tí so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi.

Gerard van Balsfoort sigur, at ES fær einki afturfyri, at Føroyar fiska makrel í ES-sjógvi, tá makrelurin er meira verdur enn hann er í føroyskum sjógvi. 

Í ár kunnu føroysk skip fiska 46.850 tons av makreli í ES-sjógvi.

Uppsjóvarvinnan í ES mælir til at fara aftur til kvoturnar, sum tær vóru fram til 2010. Tá lógu tær millum 4.500 og 9.000 tons um árið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037