Sakarmálið um Chr. í Grótinum útsett til næsta ár

Sakarmálið um Chr. í Grótinum útsett til næsta ár
Skiparin á Christiani í Grótinum fekk at vita, at hann hevur brotið tvær ES-reglur um makrelfiskiskap
 
09.12.2014 - 11:26

Rættarfundurin, sum skuldi vera um nótaskipið Christian í Grótinum í Lerwick í Hetlandi í dag, er útsettur til eina ferð næsta ár, hevur reiðaríið í Klaksvík fingið at vita.

Christian í Grótinum var á veg til Føroya eftir ein túr í ES-sjógvi við Hetland, tá hann fekk boð frá skotska fiskiveiðieftirlitinum um at fara til Lerwick. Har lá skipið í tveir dagar, áðrenn tað slapp at halda leiðina fram til Føroya.

Skiparin á Christiani í Grótinum, Páll Klein Rasmussen, fekk at vita, at hann hevur brotið tvær ES-reglur um makrelfiskiskap. 

Onnur reglan er um kemiska viðgerð av fiskinum, og hin er um, at fiskurin ikki verður frystur so skjótt sum hann er skildur.

Christian í Grótinum hevur verið ein túr við Hetland eftir makreli, síðani hann varð tikin. Men tá høvdu teir bara feskt, og tá vóru eingir trupulleikar av skotsku myndugleikunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532