Team Klaksvík fær stigini

Team Klaksvík fær stigini
Ítróttardómstólurin hevur staðfest, at Kyndil brúkti ólógligan leikara í dysti móti Team Klaksvík
Kyndil vann 32-18 á Team Klaksvík, men stigini fara til Klaksvíkar, tí Kyndil brúkti ólógligan leikara
 
09.01.2015 - 13:27

Tann 28.september í fjør spældu Kyndil og Team Klaksvík landskappingardyst. 

Kyndil vann dystin, men nú er endaliga staðfest, at teir taptu allíkavæl.

Málið snýr seg um, at Kyndil í dystinum hevði Rune Olsen á vøllinum, hóast hann ikki var skrásettur.

Umsitingin í Hondbóltssambandinum kunnaði eftir dystin bæði Kyndil og Team Klaksvík um hetta, og síðani kærdi Team Klaksvík.

Aganevndin og Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum góvu Team Klaksvík viðhald, og í dag staðfesti Ítróttardómstólurin, at spælarin var ólógligur eftir reglunum.

 

Kyndil: Hondbóltssambandið fylgir ikki røttu mannagongdum

Kyndil vísir í sínum svarið á, at Hondbóltssambandið skal ikki blanda seg upp í slík mál og eggja feløgum at kæra. Tað skulu feløgini sjálvi taka sær av.

Kyndil førdi fram móti Dómsnevndini, at kærumálið átti at verið kolldømt, og at upprunaliga úrslitið, 32-18 til Kyndil, átti at verið standandi.

 

Ítróttardómstólurin: Reglurnar leggja ikki í, hvar vitanin kemur frá

Ítróttardómstólurin staðfestir í dag, at reglurnar siga einki um, hvar eitt felag skal hava fingið sína vitan frá, tá kært verður.

Tí er málið nú avgreitt, og tað er endaliga staðfest, at Team Klaksvík fær bæði stigini.

Kyndil er í løtuni á øðrum plássi við 19 stigum, meðan Team Klaksvík er á sjeynda plássi við seks stigum.

Feløgini møtast aftur í landskappingini tann 7.mars í Klaksvík.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138