- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svørtu kassarnir funnir

Tað upplýsa indonesisku myndugleikarnir sambært AFP-tíðindastovuni. Í gjár varð velið á flogfarinum tikið upp av havsins botni. Roknað varð tá við at finna upptøkutólini til svarta kassan har. Men tað vóru tey ikki.

Tey vóru eftir øllum at døma skrødd leys, tá flogfarið datt niður. Men eftir at velið varð tikið upp, hildu ljóðsignal fram at koma av havbotninum. Og kavarar hava nú funnið svarta kassan á 30 metrar dýpi.

Í svarta kassanum eru tekniskar upplýsingar og upptøkur av ljóði sum kunnu geva eina ábending um, hví flogfarið datt niður. Tað er av alstórum týdningi at finna svarta kassan skjótast gjørligt, tí battaríini í kassanum megna bert at senda signal í 30 dagar.

Vænta at finna fleiri av ferðafólkunum

Flogfarið datt niður 28. desember. Sum skilst hevur sonar-útgerðin eisini funnið ein stóran lut í sama øki sum svarti kassin varð funnin. Hildið verður, at tað er sjálvur bulurin á flogfarinum, sigur Sur-yadi Supri-yadi, leiðari fyri leitingarátakið, við sjónvarpsstøðina, Metro TV.

Tað skuldi verið ávís sannlíkindi fyri at funnið fleiri av teimum, sum doyðu í flogfarinum. Tí hildið verður, at fleiri av offrunum framvegis eru í ferðafólkarúminum. Higartil hava bjargingarlið bara funnið 55 lík av teimum tilsamans 162 fólkunum, sum vóru við Air Asia flogfarinum.

Airbus A320-flogfarið hvarv brádliga av radaranum, tá tað var á veg úr indonesiska býnum Sura-baia til Singapore.