Syriza vann grikska tjóðartingsvalið

Syriza vann grikska tjóðartingsvalið
Meðan veljarar gleða seg til, at Alexis Tsipras fer at fremja síni vallyfti, sigur professari, at hann fer ikki at megna at halda lyftini
Mynd: aptn  
 
26.01.2015 - 07:39

Viðhaldsfólk hjá vinstraflokkinum, Syriza, hátíðarhildu í gjárkvøldið valsigurin í miðbýnum í Athen.

Fleiri av stuðulunum hjá Syriza siga við AFP-tíðindastovuna, at tey hava álit á 40 ára gamla leiðaranum, Alexis Tsipras, sum nú verður nýggjur forsætisráðharri, og tey vóna, at kann fáa landið búskaparliga á føtur aftur.

- Nú eru nýggir leikarar á liðnum, og politisku ætlarnirnar hjá teimum gera okkum glað, sigur Eleni Papadopoulou, sum arbeiðir innan privata vinnuøkið. - Vit høvdu tað trupult undir kreppuni, og nú vóni eg, at broyting verður, sigur hon.

Vallyfti

Nýggi forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, lovaði undir valstríðnum at slaka í sparingunum við at taka samráðingar uppaftur við ES, sum bjargaði Grikkalandi undan at fara á húsagang.

ES, Atjóða gjaldoyragrunnurin IMF og evropiski miðbankin hava sett saman fleiri lánipakkar til Grikkaland fyri tilsamans 250 milliardir evrur. Og nakrar av hesum avtalum skulu partarnir samráðast um av nýggjum í næsta mánað.

Syriza æltar eisini at hækka minstulønina úr 30 upp í 751 evrur um mánaðin, tvs. úr góðum 200 krónum upp í 6.000 krónur um mánaðin, og at tryggja ókeypis læknahjálp. 

Trupul støða hjá Tsipras

- Tsipras fer skjótt niður úr aftur trænum, sum hann kleiv upp í undir valstríðnum, sigur Marelene Wind, sum er professari og leiðari fyri Miðstøðini fyri Evropiskan politik við lærda háskúlan í Keypmannahavn. 

- Tsipras hevur ført hart valstríð við nógvum lyftum, sum hann í veruleikanum ikki kann fremja í verki. Hann stendur í støðuni, sum hann helst ikki hevði vilja staðið í við at vinna valið. Fær hann avgjørdan meiriluta, stendur hann í trupulari støðu, tí so skal hann gera tað, sum hann hevur lovað. Og tað kann hann ikki, sigur leiðarin fyri Miðstøðini fyri Evropiskan politik. 

Ikki avgjørdan meiriluta

Hóast flokkurin hevur vunnið grikska tjóðartingsvalið, so hevur hann tó ikki fingið nóg nógvar atkvøður til avgjørdan meiriluta.

Tá 92 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði Syriza fingið 36 prosent av atkvøðunum og tað svara til 149 ella 150 av teimum 300 sessunum í tjóðartinginum.

Næstflestar atkvøður fekk fráfarandi forsætisráðharrin og flokkur hansara, Nýggju Demokratarnir, - 27,9 prosent, og tey fáa 76 tjóðartings-sessir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285