Uppfinnarin av lasarastráluni er deyður

Uppfinnarin av lasarastráluni er deyður
Charles Towns fekk í 1951 hugskotið at skapa reina og háfrekventa ljósstrálu við stuttari bylgjulongd
Í 1955 hevði Charles Towns framløgu um, hvussu ein "masari" virkar
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
29.01.2015 - 11:28

Amerikanarin, Charles Townes, sum var við til at uppfinna lasarastráluna, er deyður, 99 ára gamal.

Charles Townes fekk í 1964 Nobelheiðurslønina í alisfrøði fyri uppfinnigina, sum førdi til frambrotið í sambandi við telesamskifti, stjørnufrøði og heilivág.

Hann fekk prísin saman við tveimum russiskum granskarum, Nicolaj G. Basov og Aleksandr M. Protsjorov.

Í dag verður lasari nýttur til millum annað at skera í stál, skurviðgerð í mannakroppum og til at fanga tey, sum koyra ov skjótt á vegum kring allan heim. 

Rein og háfrekvent ljósstrála

Charles Towns var føddur í South Carolina, og hevur áður greitt frá, at hugskotið við at skapa reina og há-frekventa ljósstrálu við stuttari bylgjulongd kom til hansara, tá hann sat á einum beinki í eini viðarlund í Washington í 1951.

Í 1954 gjørdi hann, saman við lesandi, eina skipan, sum tey nevndu "maser". Seinni fekk hann, saman við einum verbróðri, Arthur Schawlow, hugskotið til tað, sum í dag eitur lasari.

Tó skal sigast, at tað var vísundamaðurin, Theodore Maiman, sum í 1960 var fyrstur at vísa, hvussu ein lasari virkar. Tey báðir russararnir, sum Charles Towns fekk Nobelprísin saman við, mentu teirra egna "maser" sjálvir, uttan hjálp frá amerikanaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890