Sjóvarfalsorka avloysa olju í elframleiðslu á útoyggj

Sjóvarfalsorka avloysa olju í elframleiðslu á útoyggj
SEV, Minesto og aðrar fyritøkur eru farin undir kanningar, sum hava fingið 17 milliónir í stuðli frá svenska orkumyndugleikanum
Minesto, sum m.a. hevur gjørt royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, er eisini við í kanningunum.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
23.03.2026 - 16:03

Kann sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni avloysa elframleiðslu við olju í eitt nú Fugloy, Skúvoy og Mykinesi?

Tað er svenska fyritøkan Minesto, við føroyskum høvuðssæti í Vestmanna, farin undir at kanna saman við SEV, fyritøkuni Capture Energy og svensku umhvørvisstovuni IVL.

 


Terji Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Kannað verður, um tað ber til gera eina lítla avbyrgda el-skipan, sum kann standa fyri streymveiting í smáum oyggjum í Føroyum og uttanlands, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV:

 

26032026_Terji_Nielsen

 

Verkætlanin er stuðlað av svenska orkumyndugleikanum við 25 mió. svenskum krónum, sum svara til góðar 17. mió. kr. í okkara pengum.

Vestmanna kommuna skrivar, at battarískipanin fer at standa Inni á Fjørð í Vestmanna á leiguøkinum hjá Minesto.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598