Beinleiðis frá 12:45: Evropa sendir upp rúmdarskip

Beinleiðis frá 12:45: Evropa sendir upp rúmdarskip
Klokkan eitt sendir evropiski rúmdarstovnurin út eitt lítið rúmdarfar frá rúmdarmiðstøðini Kourou í SuðurAmerika. Fylg við beinleiðis klokkan 12:45
Fylg við beinleiðis í greinini frá klokkan 12:45, tá rúmdarfelagsskapurin, ESA, sendir upp rúmdarfarið IXV
Mynd: ESA  
 
11.02.2015 - 12:10

Rúmdarfarið eitur IXV, sum stendur fyri Intermediate eXperimental Vehicle. Talan er um framkomið modelrúmdarfar, sum skal royndarflúgva úti í rúmdini, fyri síðani at venda aftur til Jørðina.

IXV verður skotin út við eini Vega-rakett, og rúmdarfarið fer frá rakettini í 320 kilometrar hædd. Síðani heldur lítla rúmdarfarið fram ferðina upp í 420 kilomtrar hædd, og tá er ferðin 7,5 kilometrar um sekundið, upplýsir ESA.

Øll ferðin varar í umleið ein tíma og 40 minuttir. Rúmdarfarið verður skotið út klokkan eitt føroyska tíð, men til ber at fylgja við beinleiðis her frá klokkan 12:45.
 

Beinleiðis: Evropa sendir upp rúmdarskip

European Space Agency sendir eisini beinleiðis her: Watch IXV launch

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751