Mánadagin verður hakin settur í fyri H-bygningin

Mánadagin verður hakin settur í fyri H-bygningin
Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.
Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
 
20.02.2015 - 14:21

Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum kemur at standa frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum. Tað skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15.

Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.

Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað. 

Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858