Bankafólk flutti sær sjálvum 900.000 kr. ólógliga

Bankafólk flutti sær sjálvum 900.000 kr. ólógliga
Verjin hjá starvsfólkinum, Christian Andreasen, sigur, at viðkomandi í høvuðsheitinum játtar seg sekan
Eitt starvsfólk í einum føroyskum peningastovni hevur ólógliga flutt sær sjálvum 900.000 krónur sambært ákæruritinum hjá løgregluni
 
04.03.2015 - 17:50

Eitt starvsfólk í einum peningastovni í Føroyum er ákært fyri at hava gjørt ólógligar flytingar í peningastovninum. Talan er um tíðarskeiðið frá desember 2010 til juli 2012.

Starvsfólkið er, sambært ákæruritinum ákært fyri at hava flutt sær 900.000 krónur ólógliga. 

Játtar partvíst

Verjin hjá starvsfólkinum, Christian Andreasen, sigur, at viðkomandi í høvuðsheitinum játtar seg sekan. 

Tað var peningarstovnurin sjálvur, sum meldaði starvsfólkið til løgregluna, og viðkomandi var vístur burtur frá arbeiðsplássinum. 

Innanhýsis grannskoðanin sett at skjalprógva ólógligu flytingarnar, og tað vísti seg, at talan var um 900.000 krónur, sum viðkomandi hevði flutt sær sjálvum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053