Givnir at leita eftir líkum

Givnir at leita eftir líkum
Myndugleikarnir eru givnir at leita eftir líkunum av teimum 150 fólkunum, sum vóru við flogfarinum hjá Germanwings, ið datt niður í Alpunum 24. mars
Í næstu viku verður farið at taka vrakpettini av flogfarinum burtur av vanlukkustaðnum, har flogfarið datt niður. Leitingin eftir líkunum er nú steðgað, upplýsa myndugleikarnir
Mynd: AP  
 
07.04.2015 - 15:53

Fronsku myndugleikarnir eru givnir at leita eftir líkunum av teimum 150 fólkunum, sum vóru við týska flogfarinum, ið stýrimaðurin rendi í eitt berg í fronsku alpunum 24. mars.

Arbeiðið at eyðmerkja líkini við DNA-royndum heldur fram, men leitingin er steðgað, upplýstu myndugleikarnir sambært BBC á páskum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fleiri vikur kunnu ganga, áðrenn fólkini, sum vóru við týska Airbus flogfarinum, eru eyðmerkt. Ein løgregluovasti upplýsir, at í næstu viku verður farið at taka vrakpettini av flogfarinum burtur av vanlukkustaðnum.

Skírisdag var hin svarti kassin í flogfarinum bjargaður. Upptøkurnar vísa, at alt bendir á, at tað var stýrimaðurin, Andreas Lubitz, sum við vilja rendi flogfarið inn í bergið í fronsku alpunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045