Gongur betur í mjólkarvinnuni

Gongur betur í mjólkarvinnuni
Tvey tey seinastu árini er afturgongdin í mjólkarvinnuni vend. Eykastuðulin til hoyggj munar væl, sambært nýggjari greining
Afturhongdin í mjólkarvinnuni er vend. Eykastuðulin til hoyggj munar væl í vinnuni, vísir nýggj greining
 
08.04.2015 - 08:13

Tað vísir ein greinging av roknskapunum hjá 25 mjólkarbóndum, sum granskoðaravirkið Januar hevur gjørt. Tilsamans hava hesir 25 mjólkarbøndurnir latið MBM umleið 80 prosent av allari innvigaðu mjólkini.

Í almennu ársroknskapunum eru ikki serliga nógvar upplýsingar, men tær vísa, hvussu raksturin í høvuðsheitum hevur hilnast tey einstøku árini, og hvussu rákið í vinnuni er, stendur í greiningini hjá Januar.

Eykastuðul til hoyggj munar

Sambært greiningini er tað serstakliga eykastuðulin til hoyggj, sum er játtaður mjólkarvinnuni frá 2012 til 2017, sum ger, at úrslitið hjá mjólkabóndunum er batnað.

Tilsamans verða 24 milliónir krónur játtaðar í studningi hesi seks árini. Skal studningurin verða ein varandi hjálp hjá vinnuni, er neyðugt, at ein partur verður brúktur at velta fyri.

Búnaðarstovan hevur mett, at 500 hektarar skulu veltast aftrat, skal tað gera nakran mun. Umframt meiri studning, fingu mjólkarbøndur meiri fyri mjólkina í fjør, og eisini er prísurin á kraftfóðri lækkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688