Fremsta serfrøðin savnað í Føroyum á ráðstevnu

Fremsta serfrøðin savnað í Føroyum á ráðstevnu
Meinaleysar bakteriur verða í alt størri mun mótstøðuførar móti antibiotika og gerast tí lívshættisiligar. Ráðstevna er í Havn í dag
Fremsta serfrøðin í Føroyum og Danmark er í dag savnað á ráðstevnu í Havn um mótstøðuførar bakteriur, ið mett verður fara at taka lívið av fleiri fólkum enn krabbamein í 2050
 
15.04.2015 - 12:27

Bakteriur, sum higartil hava verið hildnar at verið meinaleysar, kunnu gerast lívshættisligar, verða tær mótstøðuførar móti antibiotika. Og tær verða tær í størri og størri mun, vísa kanningar.

Heilsumálaráðið hevur í hesum sambandi, saman við øðrum fakfólki, savnað fremstu serfrøðina í Føroyum og Danmark til eina ráðstevnu um multi-resistentar bakteriur. Ráðstevnan er í Havn í dag.

Alheims heilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur í áravís rópt varskó um mótstøðuførar bakteriur, og eftirlýsir átøk, sum kunnu tálma skeivu gongdini.

Meira vandamikið enn krabbamein um 35 ár

Bretskir granskarar hava, sambært Ritzau, staðfest, at fleiri fólk fara at doyggja av mótstøðuførum bakterium í 2050 enn av krabbameini.

Mett verður at eini 700.000 fólk árliga doyggja av bakterium, sum eru mótstøðuførar fyri penicillini. Til samanberingar doyggja eini átta milliónir árliga av krabbameini.

Trupulleikin er størstur og veksur skjótast í Afrika og Asia, men eisini um okkara leiðir er staðfest, at mótstøðuførar bakteriur elva til álvarsliga sjúku og deyða.

Professari: Ørvurin peikar skeivan veg

Gunnar Skov-Simonsen er professari í mikro lívfrøði við universitetssjúkrahúsið í Norður-noregi. Hann sigur, at vaksandi mótstøðuføri eisini er staðfest í Noregi, tó at títtleikin av tilburðum enn er lágur sammett við onnur lond.

Men ørvurin peikar skeivan veg, sigur hann, sambært NTB. Áðrenn pencicillinið, var lungnabruni deyðilig sjúka.

Helvtin av øllum sjúklingum við lungnabruna doyðu av brunanum, og í 1920´unum var fjórðahvør deyðsorsøk í Danmark ígerðarsjúkur so sum tuberklar, lungnabruni og leyst lív.

Menningin av nýggjum heilivági steðgað

Í 1920'unum kom gongd á granskingina, og tá annað heimskríggj brast á, varð ferð sett á at hópframleiða penicillin. Á vígvøllunum bjargaði nýggi heilivágurin túsundtals hermenn frá at doyggja av bruna í sárum.

Hetta hevði annars áður kostað fleiri hermonnum lívið enn krút og kúlur. Mong sløg av nýggjum antibiotika vórðu framleidd, men soleiðis er ikki longur.

Tey seinastu 10-15 árini er menningin av nýggjum heilivági mest sum steðgað, samstundis sum mótstøðuførið hjá bakterium er vaksið.

Nýtslan av antibiotika ov stór

Í dag er støðan tann, at vit hava nú bakteriur, sum elva til ígerðir hjá fólki, men har vit einki antibiotika hava, sum kann basa sjúkuni.

Orsøkin til hesa gongdina er fyrst av øllum alt ov stór nýtsla av antibiotika - bæði á sjúkrahúsum, hjá kommunulæknum og eisini í ídnaðinum.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur í hesum sambandi spurt Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, hvat gjørt verður í Føroyum fyri at fyribyrja skeivu gongdini. Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum.


Útvarpið fer í dag at seta sjóneykuna á trupulleikan við mótstøðuførum bakterium. Tað verður í Radaranum seinnapartin klokkan fimm minuttir yvir fimm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634