Harður jarðskjálvti í Nepal

Harður jarðskjálvti í Nepal
Fleiri hundrað fólk hava latið lív og nógv hava fingið skaða.
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2015 - 09:43

 

Higartil eru 450 fólk deyð í einum hørðum jarðskjálvta í Nepal í morgun. Mong hava fingið skaða og nógv hús og søguligir bygningar eru farnir í sor, verður sagt.

Jarðskjálvtin er máldur til 7,9 - og var á leiðini millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara, sigur amerikanski jarðfrøðistovnurin.

Ristingarnar merktust í Pakistan, Bangladesh og í grannalandinum India.

Kunningarmála-ráðharrin í Nepal sigur, at skaðin er ógvusligur, og at landið hevur brúk fyri allari hjálp, ið onnur lond kunnu koma við.

 

Skriðulop á Mount Everest

Jarðskjálvtin hevur havt við sær skriðjulop á Mount Everest, og danski Carsten Lillelund Peterse, sum saman við nógvum øðrum fjallaklintrarum var staddur í tilhaldinum "Basecamp 2", sigur við DR, at har máttu tey renna fyri lívinum, so tey ikki komu at ligga undir einum omanlopi.

Carsten Lillelund Petersen sigur, at ein lækni á staðnum hevur hjálpt fólki, ið hava fingið beinbrot og skaðar í høvdið og danin sigur seg vera vísan í, at onnur, ið vóru á veg upp eftir Mount Everest, eisini hava fingið skaða.

Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í Nepal, men sagt verður at hetta er tann ringasti síðani 1934, tá høvuðsstaðurin Katmandu nærum varð lagdur í oyði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659