Øll vaksin rætt til endurvenjing

Øll vaksin rætt til endurvenjing
Fólk í arbeiðsførum aldri fáa nú lógartryggjaðan rætt til endurvenjing, um tað er læknaliga staðfest, at tey hava tørv á tí.
 
14.05.2015 - 16:49

Løgtingið samtykti í gjár einmælt, at Almannaverkið skal veita endurvenjing til fólk millum 18 og 66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing eisini veitast til fólk, sum eru 16 og 17 ár.

Endamálið við at geva fólki í arbeiðsførum aldri lógartryggjaðan rætt til neyðuga endurvenjing er, at tey skulu fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at tey skulu klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. 

Almannaverkið er farið undir at skipa eina endurvenjingartænastu, sum ætlandi verður ein landsfevnandi tænasta. Tvær endurvenjingartænastur eru skipaðar - ein í Runavík, sum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, og ein í Havn, sum fevnir um Suðurstreym.

Ætlanin er, at hesar báðar eindirnar skulu víðkast til at fevna um alt landið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053