Solariumlógin er gott signalvirði

Solariumlógin er gott signalvirði
Krabbameinsfelagið fegnast um aldursmarkið at brúka solarium
 
16.05.2015 - 12:14

Nú er ásett við lóg, at børn og ung undir 18 ár ikki skulu brúka solariumsól.

Móðurmerkjakrabbamein er eitt álvarsligt vandamál í øllum Norðurlondum, og við solariumlógini kunnu Føroyar loksins hava 18 ára aldursmark eins og flestu londini.


 

Í Krabbameinsfelagnum eru tey fegin um, at børn og ung undir 18 ár ikki kunnu brúka solariumsól

- Endiliga kom uppskotið ígjøgnum, og tað er gott signalvirði at senda. Tað er vandamikið, og vit kunnu fyribyrgja, at fleiri fáa húðkrabba, av tí at tey ikki taka sól, áðrenn tey eru 18 ára gomul, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.


 

Svimjihallir selja framvegis sól

Uppskotið er tó samtykt í skerdari útgávu, sum merkir, at tað framvegis verður loyvt almennum stovnum so sum svimjihallum, at selja solariumsól.


-Í uppskotinum stóð, at svimjihallirnar ikki skuldu selja solariumsól, tí tað er partur av almenna heilsupolitikkinum at fyribyrgja. Um eitt nú svimjihallirnar ikki høvdu solarium, hevði signalvirði verið enn sterkari til tey, sum eru undir 18, sigur Jákup N. Olsen.


 

Samtykta solariumlógin tekur ikki støðu til ómannaðar sólstøðir. Upprunaliga var annars ætlanin, at ómannaðar sólstøðir skuldu bannast, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við aldursmarkinum. Hetta kravið var ikki við í uppskotinum hesaferð. Tað vil siga, at einki forðar ungfólki undir 18 ár at leggja seg undir solariumsól á ómannaðum sólstøðum.


- Vit høvdu ynskt, at sólstøðirnar vóru mannaðar, men sum heild er signalvirði ógvuliga gott við hesi lógini, og tað er at fegnast um. Vit eru í hvussu so er komin eitt stig rætta vegin við nýggju solariumlógini, sigur Jákup N. Olsen frá Krabbameinsfelagnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286