Níggjundi flokkur í skúla á Tórsvølli

Níggjundi flokkur í skúla á Tórsvølli
Tórshavnar kommuna leigar høli frá Fótbóltssambandinum, og samstundis vera skúlastovurnar eystan fyri Sjónleikarhúsið seldar
 
22.05.2015 - 07:47

Næsta skúlaár fara næmingar og lærarar í 9.flokki í samanlagda Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla í skúla í FSF bygninginum við Tórsvøll. 

Tórshavnar kommuna skal leiga frá Fótbóltssambandinum. Samstundis skulu tær fýra skúlastovurnar á bilplássinum eystan fyri Sjónleikarhúsið seljast og flytast haðani.

Men innbúgvið verður flutt niðan í Gundadal.

Játtaðu 300.000 kr.

Brúk er tó fyri at keypa og gera ymiskt í leigaðu hølunum í Gundadali fyri 465.000 kr. Tá eru uppsetingini av køkinum og gardinur ikki við.  Men býráðið samtykti í gjárkvøldið bara at játta 300.000 kr. og brúka so nógv sum gjørligt av tí, sum er í stovunum við Sjónleikarhúsið. 

Leigan, sum FSF skal hava í ár, verður goldin av pengunum, sum fáast fyri at selja skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið.

Metta søluvirðið er 750.000 kr.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858