Crossover í Norðurlandahúsinum

Crossover í Norðurlandahúsinum
Næmingar frá Musikkskúla Miðnámi hjá Tórshavnar musikkskúla spæla sær við at nýtulka eldri tónleik frá alskyns tónleikarákum og stílum
Crossover-manningin í eini fríløtu á Skansanum, meðan vant verður til konsertina
Mynd: Tórshavnar Musikkskúli  
 
23.05.2015 - 14:35

Gongur tú framvið Skansastovu ella á Frúutrøð, kann tú vera vísur í at hitta næmingar við orkestrum sínum, strúkikvartett ella floytuduo, við egnum sangum ella at hoyra nøkur teirra á ljóðførum sínum fyrireika seg til konservatoriulestur.

Á árligu Crossover-konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 16, ber til at hoyra úrslitið av hesum árræði og spæligleði. Alt hetta verður til í fordómaleysum samstarvi millum sokallaðu rytmisku og klassisku næmingarnar á Musikkskúla miðnámi.

Tónleikurin spennir víða. Frá sololeiki, til tónleik fyri allar 22 tónleikararnar. Her er eldri tónleikur, improvisatiónstónleikur, vælkendur klassiskur tónleikur, framførdur av rytmiskum tónleikarum. Ja, ungu alvarnir fara óttaleysir í holt við tónleikin og flyta seg lættliga um mørk, ið tey ikki kenna sum nakra forðing.

Kim Kristensen, ið er samskipari á Miðnámi, hevur lagt tónleikin til rættis, leiðbeinir og leggur tónleikarunum lag á.

Konsertin er í Norðurlandahúsinum í dag kl. 16.00.

Norðurlandahúsið og Tórshavnar Musikkskúli

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815