Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu

Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu
Tá Jóhanna á Bergi í gjár gjørdist stjóri í Atlantic Airways, skrivaði føroyska flogfelagið norðurlendska flogferðslusøgu
 
03.06.2015 - 10:00

Sambært danska netmiðlinum Standby.dk er Jóhanna á Bergi fyrsta kvinna, sum er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelagi. 
Og kvinnur eru ikki vanligar á ovastu rók hjá flogfeløgum yvirhøvur. 


252 flogfeløg eru í IATA, altjóða flogferðslufelagskapinum. Í bara 15 teirra eru kvinnur forstjórar, skrivar Standby. Sambært Standby er Jóhanna á Bergi fimta kvinnan, sum stýrir einum flogfelagi í Evropa.


Hini feløgini eru EasyJet í Bretlandi, TUI Group í Týsklandi og tey bæði russisku feløgini Transaero Airlines og Yakutia Airlines.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763