Í hernað móti fjaldum lýsingum í sosialum miðlum

Í hernað móti fjaldum lýsingum í sosialum miðlum
Norðurlendsku brúkaraumboðini hava havt fund í Oslo
Rannvá Ragnarsdóttir er føroyskt Brúkaraumboð
 
22.06.2015 - 10:45

Norðurlendsku brúkaraumboðini eru samd um at samskipa arbeiðið ímóti fjaldum lýsingum í sosialum miðlum.

Norðurlendsku brúkaraumboðini vóru saman í Oslo tann 15. og 16. juni, har tey skiftu orð um fjaldar lýsingar. Breið semja er um, at hetta er týdningarmikið evni. Fyri brúkaraumboðini er umráðandi at vita,  hvør sendir eini boð.

- Vit hava arbeitt á ymsan hátt við fjaldum lýsingum í ymsu londunum. Men reglan um, at týðiligt og greitt skal vera, at ein lýsing er ein lýsing, er semja um í øllum Norðurlondum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð.

Ymisk tiltøk

Finnland hevur arbeitt mest við teimum lýsarum, sum brúka blogg sum lýsingarás. Noreg hevur fyrst og fremst arbeitt við at upplýsa bloggararnar um reglurnar. Danmark hevur varpað lós á málið í langa tíð, og hevur havt fleiri mál til viðgerðar.

Eftir at hava samskift við bloggarar og samskiftisvinnuna, eru tey farin í holt við at geva bloggarum góð ráð.

Í Svøríki arbeiða tey í løtuni mest við at kunna bloggarar um, hvørjar reglur eru galdandi, og lýsararnir arbeiða við sínum leiðreglum á økinum.

Ísland hevur eisini arbeitt við at upplýsa bloggarar og aðrar miðlar, og gav í juni 2015 út eina vegleiðing um, hvussu lýsingar verða merktar bæði í siðbundnum og sosialum miðlum.

Føroyar kunna

Føroyar hava eisini eyguni eftir fjaldum lýsingum og kunnar um reglurnar á økinum.

 Á fundinum avráddu norðurlendsku brúkaraumboðini, at tey fara at samskipa arbeiðið betur og fara longu í summar at savna løgfrøðingar úr øllum seks londunum við tí endamáli at skriva eina felags niðurstøðu um fjaldar lýsingar í sosialu miðlunum..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444