Andstøðan: Skeivt at niðurleggja verkætlanardeildina

Andstøðan: Skeivt at niðurleggja verkætlanardeildina
Jenis av Rana í Miðflokkinum heldur, at landsstýrið hevur gjørt ov skjótt av, og Sámal Petur í Grund í Sjálvstýri mælir til at styrkja Landsverk
Landsstýrið hevur gjørt av, at verkætlanardeildin á Landsverki skal niðurleggjast, men tað heldur andstøðan í løgtinginum lítið um.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2026 - 18:00

Andstøðuflokkarnir standa spyrjandi, nú samgongan hevur gjørt av at niðurleggja verkætlanardeildina á Landsverki.

Trupulleikar hava verið við almennum byggiverkætlanum, men broytingar eru gjørdar fyri at rætta upp á teir.

 


Tað er skeivt at niðurleggja verkætlanardeildina á Landsverki, heldur andstøðan í tinginum. 

 

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sigur, at stig eru tikin at broyta viðurskiftini.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur einki ímóti, at privatir veitarar verða brúktir, men onkur miðsavnað serfrøði má vera.

Jenis av Rana, fyrrverandi formaður í Miðflokkinum, heldur, at landsstýrið hevur gjørt ov skjótt av, og Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, mælir til at styrkja Landsverk. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062026_Andstoduflokkar_um_verkaetlanardeild

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360