Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum

Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum
Setrið hevði fingið 379 umsóknir, tá freistin at søkja var úti 1. juli.
 
04.07.2015 - 13:28

Nógv tær fletu umsóknirnar - 337 í tali - eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar, ið setrið bjóðar út. 149 søktu inn eftir kvotu tvey skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu eitt. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til níggju bachelorútbúgvingar. 

Materlestur er eisini boðin út, og her eru komnar tilsamans 42 umsóknir inn. Í fjør komu 30.

Tá býtið millum útbúgvingarnar er sett upp eftir fyrstu raðfesting, eru umsóknir til bachelor-útbúgingina hesar: føroyskt 23, orkuverkfrøði 25, lærari 86, námsfrøði 67, sjúkrarøktarfrøði 81, sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi) 27, politikkur og umsiting (samfelagsvísindi) 9 og í søgu (smátjóðir og altjóðagerð) 19 umsóknir.

Umsóknirnar til masterútbúgving eru: løgfrøði 23, føroyskt 2 og søga- og samfelagsvísindi 17 umsóknir.

Fróðskaparsetrið viðgerð nú umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli, skrivar Fróðskaparsetrið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815