Bankarnir lata upp aftur mánadagin

Bankarnir lata upp aftur mánadagin
Hetta váttar grikska stjórnin. Tá hava bankarnir verið stongdir í tríggjar vikur.
 
17.07.2015 - 08:56

Hesa tíðina hevur bara verið loyvt at taka út 60 evrur - 450 krónur um dagin í sjálvtøkum. 

Men nú arbeiðir stjórnin við at geva grikkum møguleika at spara saman upphæddirnar.

Ætlanin er, at grikkar skulu kunna savna saman upphæddina, sum loyvd er at taka út. Í staðin fyri at taka 60 evrur út, ber til at fáa 120 evrur eftir tveimum døgum og 180 evrur eftir trimum døgum og so framvegis.

- Hetta er uppskotið, sum vit arbeiða við, og vit halda, at tað tøkniliga letur seg gera, sigur varafíggjarmálaráðharrin, Dimitris Mardas, sambært Reuters.

Avgerðin um at lata upp bankarnar aftur, kemur eftir at griska parlamentið fríggjanáttina við avgjørdum meiriluta samtykti at seta í verk umfatanadi nýskipanir, sum skulu fáa landið í kreppu á beint aftur.

Hósdagin avgjørdi Evropiski Miðbankin at hækka lánið til Grikkaland við meira enn fimm miljardum krónum.

Tað var grikska stjórnin, sum upprunaliga gav boð um, at bankarnir skuldu verða stongdir frá 29. juni - eftir samráðingarnar millum Grikkaland og kreditorarnar um hjálparpakka slitnaðu.

Myndugleikarnir stúrdu fyri, at bankarnir fóru á húsagang, tí grikkar fóru at taka alar pengarnar úr bankunum.

Grikski keypsskálin hevur eisini verið stongdur í tríggjar vikur. Tað er tó enn ikki greitt, um hann letur upp aftur mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424