800.000 flóttafólk koma til Týsklands í ár

800.000 flóttafólk koma til Týsklands í ár
Angela Merkel, samveldiskanslari, skal hava fund við høgrapolitikarar í stjórnarsamgonguni, sum halda lítið um opnu mørk Týsklands.
Flóttafólk á veg til Eysturríki
 
06.09.2015 - 12:42

 

Flóttafólk í hundraðtali eru aftur í morgun komin til Týsklands úr Eysturríki og Ungarn. Tey flestu eru komin til Munchen har tey vera móttikin á jarnbreytastøðini og send víðari til aðrar týskar býir.

Seinasta samdøgrið - ella bæði tvey - eru 10.000 fólk komin um markið úr Eysturríki eftir at Ungarn lat tey fara. Tað var gjørt, tá flóttafólk í túsundatali fóru til gongu úr høvuðsstaðnum Budapest, har myndugleikarnir ikki vildu lata tey sleppa í tokini til Eysturríkis og Týsklands.

Í staðin fóru tey til gongu eftir motorvegnum vestureftir, men tað var hidið at vera so vandamikið, at ungarsku myndugleikarnir sendu bussar at koyra tey móti markinum til Eystuurríkis.

Mong flóttafólk vildu tó ikki fara upp í bussarnar av illgruna til ungarsku myndugleikarnar, sum framman undan høvdu roynt at savna tey í legur, har ætlanin var, at tey skuldu skrásetast.

Men tað vildu flóttafólkini ikki, tí meginreglan í ES er, at tað limalandið, higar flóttafólkini fyrst koma, skal veita teimum friðskjól.

Bæði Týskland og Ungarn siga, at reglurnar framvegis eru galdandi, men at vikið er frá teimum av menniskjasligum ávum.

Longu í síðsta mánað avgjørdi Týskland at taka ímóti sýriskum flóttafólki, líka mikið hvar tey fyrst vóru komin.

Angela Merkel skal greiða frá støðu síni

Týskland fer væntandi at taka ímóti 800.000 flóttafólkum í ár, og Angela Merkel, samveldiskanslari sigur, at tað er Týskland ført fyri. Men hon skal hava fund við flokkarnar í stjórnarsamgongu síni um støðuna, tí fleiri politikarar á høgravonginum halda, at tað kann fáa uppaftur fleiri at fara heimanífrá og seta kós ímóti Týsklandi.

Umframt flóttafólk úr Sýria eru tað serliga fólk úr Afganistan og Eritrea, ið koma til Evropa í hópatali.

Í ES skal flóttafólkapolitikkur eitast at vera felags, men ES londini hava onga felags støðu til kreppuna ella hvat gerast skal. Higartil í ár eru 350.000 flóttafólk komin Evropa.

Londini við Miðjarðarhavið, Grikkaland og Italia, hava leingi kravt, at onnur ES lond hjálpa til at taka ímóti fólki, men tað hevur ikki fingið t.d. Bretland at lata við seg koma.

Ikki fyrr enn myndin av einum druknaðum sýriskum smádreingi á eini grikskari oyggj nú ein dagin fór um alla verðina boygdi bretski forsætisráðharrin David Cameron seg og segði, at Bretland fór at taka ímóti nøkrum túsund sýrum.

Men teir verða tiknir inn úr flóttafólkalegum í Libanon og Turkalandi - og ikki úr franska havnarbýnum Calais, har 5.000 fólk eru, ið støðugt royna at gera alt fyri at koma sær til Bretlands.

----------

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480