Finnland herðir eftirlitið við markið

Finnland herðir eftirlitið við markið
Finland fer at herða eftirlitið á markinum við Svøríki orsakað av økta flóttafólkastreyminum seinastu vikurnar
Finnland herðir nú eftirlitið við markið, orsakað av økta flóttafólkstreyminum í Evropa seinastu vikurnar. Á myndini flóttafólk á eini jarnbreytarstøð í Makedonia fyrr í hesum mánaðinum
 
19.09.2015 - 17:21

Longu nú er eftirlit sett í verk í Torneå, sum er innast í Botnisku Víkini, siga myndugleikarnir í býnum. Innanríkisráðið í Helsinki boðar frá, at frá týsdegnum verður eftirlitið hert.

Fría týsdegnum fer politiið at gera stakroyndir við kravi um samleikaprógv frá teimum, sum ferðast um markið. Og øll sum fara um markið í Torneå verða kannað av politinum, sigur innanríkisráðið.

Flóttafólk og gestaarbeiðarar sleppa ikki longur yvir um markið í Torneå uttan at laa seg skráseta sum ein, ið søkir um friðskjól. Yvir 11.000 flóttar og útlendingar hava søkt um friðskjól í Finlandi higartil í ár.

Flestu teirra eru úr Irak. Í fjør komu 3.600 flóttar og gestaarbeiðarar. Í dag savnaðust fleiri hundrað mótmælisfólk í Torneå, har tey kravdu, at markið verður stongt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762