Vilja hava øll vakmyndatól í Danmark skrásett

Vilja hava øll vakmyndatól í Danmark skrásett
Meirilutin í Fólkatinginum krevur nú, at stjórnin innan árslok hevur sett í verk skráseting av øllum vakmyndatólum í Danmark
Øll tey umleið 500.000 vakmyndatólini í Danmark skulu nú skrásetast, vil meirilutin í Fólkatinginum hava
 
14.10.2015 - 10:56

- Vit áttu longu at havt slíka skráseting. Men nú vit ikki hava hana, so skal hon í hvussu er verða klár í seinasta lagi 1. januar, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður í rættarmálum hjá Danska Fólkaflokkinum.

Danski Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Konservativu mæla Søren Pind, løgmálaráðharra, til at seta í verk skráseting av øllum vakmyndatólum í Danmark, skrivar dr.dk

500.000 vakmyndatól tilsamans í Danmark

Atsóknin í Keypmannahavn í februar, har Omar el-Hussein drap tvey ósek fólk, kravdi dýrabara tíð hjá løgregluni at koyra runt í gøtunum í økinum og leita eftir vakmyndatólum. Men tað var einki annað at gera.

- So kann løgreglan skjótt fáa yvirlit yvir øll vakmyndatól, um yvirgangsatsókn ella annar grovur kriminalitetur aftur hendur, sigur Peter Skaarup, framsøgumaður. sambært dr.dk

Uttandura vakmyndatól eru ikki skrásett í sentralari skráseting í Danmark. Hildið verður, at um 500.000 vakmyndatól eru í Danmark. Av teimum eru helst 100.000 bara í Keypmannahavnar kommunu.

Javnaðarflokkurin um at missa tolið

- Løgreglan skal hava yvirlit yvir, hvør eigur vakmyndatólið, og hvussu hon fær hendur á upptøkunum, sigur Trine Bramsen, framsøgufólk í rættarmálum hjá danska javnaðarflokkinum.

Enn liggur málið hjá konsulentvirkinum Rambøll, sum skal lýsa málið. Síðani verður tað latið Ríkisløgregluni, sum skal so skriva tilmælið til Løgmálaráðið um, hvussu skrásetingin kann skipast.

- Løgreglan skal kunna fara til verka skjótt og væl, tá brotsverk skulu steðgast ella fyribyrgjast alt fyri eitt. Tí hevur tað týdning, at hon ikki skal hyggja upp í loft og á húsaveggir, fyri at finna vakmyndatól, sigur Trine Bramsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766