Kanna kjarnorku

Kanna kjarnorku
Næsta ár skal kannast, um kjarnorka er ein møguleiki í Føroyum
 
31.07.2026 - 07:47

Næsta ár skal kannast, um kjarnorka er ein møguleiki í Føroyum.

Í ískoytinum til løgmansrøðuna verður sagt, at í 2027 verður kannað, hvørjar fortreytir eru fyri alternativum orkukeldum, eitt nú kjarnorku. 

Arbeiðið skal lýsa kostnað, trygd, tørv, tøkniligar fortreytir og royndir í øðrum londum.

Har stendur eisini, at veðurlagspolitikkurin skal dagførast.

Kósin hjá grøna orkuskiftinum skal gerast greiðari og ítøkiligari. 

Ferð skal aftur setast á at útbyggja vindorku, sólorku og aðra varandi orku. 

Og arbeitt verður við at tryggja, at húski við lágum inntøkum eisini kunnu vera við í orkuskiftinum. 

Møgulig átøk kunnu fevna um stuðul ella afturbering, sum lætta um íløguna í grønar orkuloysnir.

Og streymnýtslan skal flytast til tíðir, tá nógv grøn orka er tøk, ætlar landsstýrið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985