Fleiri løntakarar í Føroyum

Fleiri løntakarar í Føroyum
Størsti vøksturin í prosentum er í byggivinnuni. Í fiskivinnuni er at kalla eingin broyting og heldur ikki í alivinnuni
Í eitt ár, frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár, komu 616 løntakarar afturat í Føroyum. Størsti vøksturin er í byggivinnuni
 
19.10.2015 - 08:54

Í eitt ár, frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár, komu 616 løntakarar afturat í Føroyum. Vøksturin er hálvt triðja prosent, upplýsir Hagstovan.

Størsti vøksturin í prosentum er í byggivinnuni, 4,4 prosent. Í tali er størsti vøksturin í almennum tænastum, 257 fólk.

Í fiskivinnuni er at kalla eingin broyting og heldur ikki í alivinnuni. Stívliga 24.700 fólk eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860