Val í Póllandi

Val í Póllandi
Fær forsetin, Andrzej Duda, undirtøku til valið í Póllandi í dag, kann tað fáa avleiðingar fyri ES samstarvið.
 
25.10.2015 - 15:22

Tjóðartingsval er í Póllandi í dag. Og hetta valið í Póllandi kann fáa stórar avleiðingar fyri ES Samstarvið

Andrzej Duda, sum var valdur til foresta í Póllandi í mai í ár, er rættiliga atfinningarsamur mótvegis ES. Fær hann undirtøku á valinum í dag, fer tað at styrkja tann vongin í ES, sum er atfinningarsamur móti ES-samstarvinum.

Forsetin í Póllandi verður valdur beinleiðis av fólkinum fyri fimm ár í senn. Harumframt er ein forsetisráðharri, sum verður tilnevndur av forsetanum, men sum má góðkennast av tjóðartinginum.
 
Forsetavalið var hildið fyrr í ár, men mátti haldast tvær ferðir, tí einki valevni fekk meira enn 50 prosent av atkvøðunum. 

Tann 24. maj  var forsetaval aðru ferð, og tá vann Andrzej Duda frá flokkinum fyri Lóg og rættvísi - eisini kallaður PiS - Hann fekk 51,55 prosent av atkvøðunum og vann harvið á sitandi forsetanum, Bronisław Komorowski. Andrzej Duda varð tikin í eið sum forseti 6. august.

Vallutøkan til fyrra forsetavalið, sum var 10. maj var einans 49,4 prosent og 24. maj, var hon 55,34 prosent. 

Eitt høvðusevni á tjóðartingsvalinum hevur verið flóttafólkakreppan í Europa. Eygleiðarar vænta, at póllendingar fara at venda ES og avtaluni um býtið av mongu flóttafólkunum, sum flóyma yvir Europa, bakið, sum flokkurin hjá Duda fær valdið. 

Ein stjórn við Andrzej Duda, væntast at seta seg á odda fyri eini samgongu millum eystureuropæisku londini, sum mótmæla ES avtaluni um flóttafólabýtið.

Higartil hava tað verið Kekkia, Slovakia og Rumenia, sum hava verið í móti ES avtaluni, og kemur Pólland við, kann tað gerast enn verri hjá ES at finna felags stev.

Flokkurin hjá Duda er somuleiðis ímóti einum felags gjaldoyra í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502