Ísland tekur ímóti flóttafólkum

Ísland tekur ímóti flóttafólkum
55 flóttafólk úr Sýria koma til Íslands fyri jól. Eftir nýggjár fer Ísland at taka enn fleiri flóttafólk
Ísland tekur fyri jól 55 flóttafólk úr Sýria - 21 vaksin og 34 børn yngri enn 16 ár
 
30.10.2015 - 17:16

Flóttafólkini eru í legum í Libanon. Íslendska flóttafólkanevndin gav í heyst ST boð um, at Ísland var til reiðar at taka fleiri flóttafólk.

ST svaraði við upplýsingum um 63 flóttafólk úr Sýria, sum eru í Libanon. 55 teirra, 21 vaksin og 34 børn, yngri enn 16 ár, eru nú boðin til Íslands.

Taka fleiri flóttafólk eftir nýggjár

Millum tey vaksnu eru rørleggjari, verkfrøðingur, elektrikari, barrvørður og tolkur. Flóttafólkini verða býtt millum kommunurnar, sum vilja taka flóttafólk. Helvtin fer til Akureyrar, hini fara vil Kópavogs og Hafnarfjørðin.

Ísland fyrireikar seg væl at taka móti flóttafólki, millum annað fáa tey sálarfrøðiliga hjálp, tá tey eru komin til Íslands. Eftir nýggjár fer Ísland at taka fleiri flóttafólk. Tá sleppa serliga fólk, sum eru í vanda, til Íslands.

Í gjár hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Eygló Harðardóttir, vælferðarráðharra í Íslandi. Tey tosaðu um flóttafólkamál og umstøðurnar hjá londunum báðum at taka í móti flóttafólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF