Útlendsk flogfeløg áhugað í Íslandi

Útlendsk flogfeløg áhugað í Íslandi
Áhugin hjá útlendskum flogfeløgum at flúgva til Íslands er framvegis stórur. Frá mars næsta ár fer SAS at flúgva til Íslands
Áhugin hjá útlendskum flogfeløgum at flúgva til Íslands er framvegis stórur. Um summarið flúgva 14 flogfeløg millum floghavnina í Keflavík og onnur lond
 
03.11.2015 - 11:31

Nú hava flogfeløg í Spania og Tekkia boðað frá, at tey fara at flúgva til Keflavíkar næsta summar, skrivar check-in.dk

Eitt lágprísfelag hjá spanska flogfelagnum Iberia fer at flúgva millum Madrid og Keflavík tvær ferðir um vikuna frá 18. juni.

16. juni fer tjekkiska felagið CSA at flúgva millum Prag og Keflavík, eisini tvær ferðir um vikuna, skrivar Check-In á netinum.

SAS fer at flúgva til Íslands

Fyri stuttum boðaði SAS frá, at felagið fer at flúgva úr Keypmannahavn til Íslands hvønn dag frá mars næsta ár. Sunnudagin byrjaði British Airways flúgving millum Heathrow og Keflavik.

Ætlanin er at flúgva alt árið. Um summarið flúgva 14 flogfeløg millum Keflavík og onnur lond. Men nøkur flogfeløg flúgva alt árið, so sum Norwegian, easyJet og Flybe.

Og næsta summar fer amerikanska Delta Air Lines at flúgva sjey ferðir um vikuna í staðin fyri fimm millum Keflavík og New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373