Kanning avdúkar umfatandi svik við kjøti í Evropa

Kanning avdúkar umfatandi svik við kjøti í Evropa
Tað er minni kjøt og meira vatn í kjøtpakkum, kemur fram í nýggjari kanning, ið er gjørd í sjey evropeiskum londum
Minni kjøt, meira vatn og nógv íblandaði evni eru í kjøtinum, sum verður selt í sjey evropeiskum londum, kemur fram í nýggjari kanning
 
04.11.2015 - 15:05

Fólk fáa ikki tað, tey gjalda fyri. Tað er greiða niðurstøðan í nýggjari kanning, har myndugleikarnir í sjey ES-londum kannaðu kjøt, ið verður selt til matna.

Kanningarnar avdúka, at tað framvegis í stóran mun verður svikað við kjøti í Evropa, skrivar tíðindastovan Ritzau. Svikað verður tó ikki í Danmark, sambært kanningini.

Kanningin avdúkar, at tað oftani er minni kjøt og meira vatn í kjøtinum, enn tað sum stendur á vørumerkingini, í teimum sjey londunum.

Helvtin av matstovunum snýttu

Í nýggju kanningini vórðu millum annað 60 matstovur í London og Birmingham kannaðar fyri at svika við kjøti, sambært bretska brúkaraumboðnum.

24 av teimum 60 matstovunum høvdu blandað oksa- og høsnakjøt uppí, hóast kjøtið varð selt sum lambskjøt. Í sjey førum var als einki lambskjøt í kjøtinum.

Matvørumyndugleikarnir í Evropa krevja nú, at tiltøk verða sett í verk, ið skulu tryggja rættindi hjá brúkarunum, so brúkararnir fáa tað, teir halda seg gjalda fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189