Fleiri hava ikki arbeiðsloyvi í lagi

Fleiri hava ikki arbeiðsloyvi í lagi
Útlendingar koma til Danmarkar at smíða sær eydnuna góða, men fleiri verða skuldsettir fyri ikki at hava arbeiðsloyvi. Talið er vaksandi
Fleiri útlendingar, ið koma til Danmarkar at arbeiða, verða skuldsettir fyri ikki at hava arbeiðsloyvi í lagi, vísa tølini, sum vaksa
 
09.11.2015 - 09:38

Í fjør vórðu tvær ferðir so nógvir migrantar úr øðrum londum enn ES skuldsettir samanborið við undanfarin ár, vísa tøl hjá ríkisløgregluni. Í 2019 vórðu 289 útlendingar skuldsettir.

Í 2014 var talið 616. Flestu migrantar koma úr londum í Afrika ella Asia, og teir arbeiða ólógliga eitt nú í matstovu- og reingerðingarvinnuni.

Sambært útlendingastýrinum verða útlendingar, sum arbeiða ólógliga í Danmark, revsaðir við bót ella fongsli í eitt ár. Í ringasta føri verða teir vístir av landinum.

Kunnu fáa harða fongsulsrevsing

Arbeiðsgevarar í Danmark, sum seta útlendingar í starv, ið ikki hava arbeiðsloyvi, kunnu vænta at fáa bót ella fongsul í tvey ár.

Uppgerðin hjá donsku ríkisløgregluni vísir, at flestu útlendingarnar koma úr Nigeria, Pakistan, Kina, India og Teilandi.

Talið á arbeiðsgevarum, sum eru skuldsettir fyri at hava útlendingar ólógliga í starvi, er eisini vaksið. Í 2010 vóru teir 345, men í fjør vórðu 502 útlendingar skuldsettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375