Ferðslan økt í báðum undirsjóvartunlunum

Ferðslan økt í báðum undirsjóvartunlunum
Fleiri bilar koyra ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar. Vøksturin í Norðoyatunlinum er munandi størri enn í Vágatunlinum
Fleiri akfør koyra ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar. Frá 2014-2015 var vøksturin í Norðoyatunlinum 6%
 
03.12.2015 - 17:01

Meira enn 9.500 bilar fleiri hava koyrt gjøgnum Vágatunnilin higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, skrivar tunnil.fo

Frá januar til november í ár koyrdu tilsamans 628.863 akfør gjøgnum Vágatunlinum samanborið við 619.267 akfør sama tíðarskeið í 2014.

Hetta svarar til ein vøkstur upp á 1,5%. Hetta tíðarskeiðið hava í miðal 1.883 bilar koyrt gjøgnum tunnilin um samdøgrið.

6% vøkstur í Norðoyatunlinum

Í Norðoyatunnlinum koyrdu, sambært upplýsingum frá tunnil.fo, meira enn 49.700 fleiri akfør gjøgnum tunnilin.

824.154 akfør hava higartil í ár koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin. Tað er í miðal 2.468 akfør um samdøgrið.

Fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 koyrdu 774.441 akfør ígjøgnum Norðoyatunnilin. Sostatt er talan um ein vøkstur upp á 6,0% frá 2014 til 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816