Landsrætturin staðfesti dómin um 18 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing

Landsrætturin staðfesti dómin um 18 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
Fyrrverandi stjórin í Magn er dømdur fyri at hava flutt pening úr P.f. Flatnahaga til eitt felag í Dubai
Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóri í Magn. Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti.
 
19.06.2026 - 09:12

Eystari landsrættur staðfesti í gjár dómin, sum fyrrverandi stjórin í Magn, Finn Jakobsen, fekk í Føroya rætti í fjør. 

Í oktobur var Finn Jakobsen dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í 18 mánaðir, fyri í eina tíð at hava flutt pengar úr partafelagnum Flatnahaga, sum Magn og LÍV eiga, til eitt felag í Dubai.

 


Christian Andreasen, advokatur, var verji hjá Finni Jakobsen.

 

Hann skal hava gjørt seks flytingar, sum vóru úr 160.000 kr. upp i 1,8 milliónir krónur, tilsamans 3,4 milliónir krónur.

Hóast Landsrætturin gav honum viðhald í ikki at hava framt mandatsvik, er revsingin óbroytt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19062026_Finn_Jakobsen

 

Eitt annað fólk varð eisini dømt í Føroyar ætti saman við fyrrverandi stjóranum í Magn. Landsrætturin staðfesti eisini henda dómin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688