Noreg útflytir meiri fisk

Noreg útflytir meiri fisk
Noreg útflutti fiskavørur fyri 7,4 milliardir krónur í november. Tað er 12 prosent meir enn í fjør.
 
06.12.2015 - 12:44

Norðmenn vænta at útflutningurin av fiskavørum fer a seta met í ár. Noreg útflutti fiskavørur fyri 7,4 milliardir krónur í november, og tað er 12 prosent meir enn í fjør.

Norska útlfutningsráðið upplýsir, at sølan øktist við góðum 800 milliónum krónum í november. Tilsamans hevur Noreg útflutt fyri 67,3 milliardir krónur higartil í ár. Talan er um ein vøkstur uppá slakar fimm milliardir krónur.

Higartil í ár er sølan av fiskavørum bert 1,5 milliardir krónur undir søluni í fjør, og verður sølan vanlig í desember, so verður talan um met, upplýsir útflutningsráðið.

Útflutningurin fyri ein mánað setti met í oktober, tá útflutt var fyri meir enn 8 milliardir krónur.

Tað er serliga marknaðurin í ES sum keypir nógvan laks úr Noreg, og har liggja Frakland og Poland á odda.

Noreg útflutti laks fyri 4,5 milliardir krónur í november, og tað var 660 milliónir krónur meir enn í november í fjør, Samstundis hækkaði prísurin, úr 40,67 krónur upp í 44,92 krónur fyri kiloið.

Norski útflutningurin av sílum, makreli og toski vaks í november, meðan sølan av sild og klippfiski minkaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678